Føroyingar standa seg væl ímóti altjóða trýsti

11.03.2018 - 16:15
InnlendisSamfelag
Føroyingar standa seg væl ímóti altjóða trýsti
Føroyingar hava megnað væl at standa ímóti uttanhýsis trýsti orsaka av grindadrápi. Tað sigur bretin Ben Singleton, sum hevur granskað í grindadrápi

Singleton, sum er Ph.D í samfelagsfrøði, hevur eisini verið gestaundirvísari á Fróðskaparsetrinum.

Føroyingar hava upp gjøgnum tíðirnar duga sera væl at laga grindadrápið til við spontanum og onkuntíð klombrutum loysnum, sum kortini hava gjørt tað møguligt at hildið fram við grindadrápinum. Besta nútímans dømi um hetta er mønustingarin, sigur hann.

Størsta avbjóðingin hjá føroyska grindadrápinum í framtíðini kemur tó ikki frá umhvørvis- ella djóraverndarfelagsskapum. Hon kemur frá matinum sjálvum, sigur hann.

Hoyr samrøðu við bretan í brotinum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155