Tórshavnar Havn merkir enn ikki avleiðingarnar av grindadrápi

04.08.2023 - 13:52
InnlendisSamfelag
Tórshavnar Havn merkir enn ikki avleiðingarnar av grindadrápi
Hóast 386.000 fólk hava skrivað undir áheitan til cruise-skip um at boykotta Føroyar, so merkist enn lítið til átakiið, sigur Hanus Mikkelsen, havnarmeistari
Ambition
Mynd: Ambassadorcruiseline.com  

Nógv ferðafólk umborð á cruise-skipinum Ambition vórðu illa við, tá ein grind varð hildin til í Sandagerði, samstundis sum skipið lá við bryggju í Havn tann 9. juli í ár.

Tað førdi til, at reiðaríið Ambassador Cruise Line gav sínum ferðafólkum eina umbering, og tað førdi eisini til eina almenna undirskriftsinnsavnan á netinum, har heitt verður á føroyingar um at gevast við grindadrápi.

Í løtuni hava meir enn 386.000 fólk skrivað undir áheitanina.

Tórshavnar Havn hevur enn ikki merkt avleiðingarnar av grindadrápinum 9. juli, sigur Hanus Mikkelsen, havnarmeistari. Hann avsannar tó ikki, at avleiðingar kunnu koma seinni.

Brandur Højgaard, havnarmeistari í Runavíkar Havn, sigur, at tey í ár ikki hava fingið nakrar avlýsingar ella fyrispurningar annars í sambandi við grindadráp.

Seinastu árini er cruise-virksemið í Runavíkar Havn vaksið nógv, og 14 útlendsk cruiseskip aftrat skulu eftir ætlan koma á Runavík í ár.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109