Tíðindini hesa vikuna

02.03.2018 - 15:00
Innlendis
Tíðindini hesa vikuna
Eitt blað, sum meldaði tinglim fyri hassj, og eitt reiðarí, sum keypir bankahøvuðssæti, vóru millum høvuðssøgurnar hesa vikuna

Tíðindavikan, sum fór, var merkt av søguni um Sosialin, sum meldaði Bjarna Hammer, tinglim, býráðslim og løgreglumann, tí blaðið segði seg hava prógv fyri, at hann vildi og kundi skaffa ungdómi hasj. 

Blaðið hevur meldað og arbeitt saman við narkodeildini, sum hevur sent tilfarið til donsku løgregluna, tí løgreglan í Føroyum ikki kann kanna ein føroyskan løgreglumann . Um nakrar vikur kemur Statsadvokaturin við síni niðurstøðu. 

 

Flogið farið av vøkstrinum

Búskaparráðið sigur í síni várfrágreiðing, at vøksturin í BTÚ minkar nógv nú. 

Metingin frá 2017 var 6,2 prosent í vøkstri, men forsøgnin hjá ráðnum fyri 2018 er bara eitt hálvt prosent í búskaparvøkstri. 

SÍ EISINI: Búskaparvøksturin tódnar

Høvuðsgrundirnar eru minkandi kvotur og minkandi laksaprísur.

Formaðurin í Fólkaflokkinum rópar varskó og sigur, at samgongan brúkar alt ov nógvan pening, nú inntøkurnar torna. Landsstyriskvinnan í fíggjarmálum sissar fólk og sigur, at yvirskotið í fjør verður millum 600 og 700 milliónir, og at tey eru tilvitað og fyrireikað til, at minni fer at renna inn í almennu kassarnar.

 

Kringvarpið í brennideplinum

Uppskotið hjá Jógvani á Lakjuni, tingmanni, um at skilja tíðindadeildirnar í ávikavist útvarpi og sjónvarpi sundur av álvara, fekk stóra umrøðu á løgtingi mikudagin. 

Atfinningarnar móti kringvarpinum vóru m.a., at miðilin ger ov nógv tilfar við rót í miðstaðarøkinum, og at stovnurin køvir fjølbroytnið í almennu opiniónini. Hugskot var borið fram um, at ein partur av kringvarpsgjaldinum eigur at fara til nýggja public service-útvarpsrás, sum skal vera óheft av kringvarpinum og geva kapping og fjølbroytni. 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna sigur, at hon arbeiðir við broytingum, og at tær fara at koma fyri seinni í ár.

 

Reiðarí keypir bankabygning

Bankarnir í Føroyum eru ov smáir til veruliga at megna at fíggja virksemið hjá stóru reiðaríunum í Føroyum. Men samstarv er millum partarnar kortini.

Hósdagin kom fráboðan um, at reiðaríið Varðin fer at keypa nýggja høvuðssætið hjá Bank Nordik fyri 140 milliónir krónur, hóast Fíggjareftirlitið júst hevur virðismett bygningin til at vera 62 milliónir verdur. 

Síðani skal bankin leiga sama bygning frá reiðarínum fyri fimm milliónir krónur árliga.

 

Seinasta røða Putins

Vladimir Putin, forseti hevur hildið seinastu árligu røðu sína til russisku tjóðina fyri forsetavalið, sum verður í Russlandi 18. mars. Putin fer sambært øllum sólarmerkingum at vinna valið og seks ár afturat sum oddamaður í Russlandi.

LES EISINI: Russland hevur ment hypersoniskar rakettir

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114