- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindini hesa vikuna
Tíðindavikan, sum fór, var merkt av søguni um Sosialin, sum meldaði Bjarna Hammer, tinglim, býráðslim og løgreglumann, tí blaðið segði seg hava prógv fyri, at hann vildi og kundi skaffa ungdómi hasj.
Blaðið hevur meldað og arbeitt saman við narkodeildini, sum hevur sent tilfarið til donsku løgregluna, tí løgreglan í Føroyum ikki kann kanna ein føroyskan løgreglumann . Um nakrar vikur kemur Statsadvokaturin við síni niðurstøðu.
Flogið farið av vøkstrinum
Búskaparráðið sigur í síni várfrágreiðing, at vøksturin í BTÚ minkar nógv nú.
Metingin frá 2017 var 6,2 prosent í vøkstri, men forsøgnin hjá ráðnum fyri 2018 er bara eitt hálvt prosent í búskaparvøkstri.
SÍ EISINI: Búskaparvøksturin tódnar
Høvuðsgrundirnar eru minkandi kvotur og minkandi laksaprísur.
Formaðurin í Fólkaflokkinum rópar varskó og sigur, at samgongan brúkar alt ov nógvan pening, nú inntøkurnar torna. Landsstyriskvinnan í fíggjarmálum sissar fólk og sigur, at yvirskotið í fjør verður millum 600 og 700 milliónir, og at tey eru tilvitað og fyrireikað til, at minni fer at renna inn í almennu kassarnar.
Kringvarpið í brennideplinum
Uppskotið hjá Jógvani á Lakjuni, tingmanni, um at skilja tíðindadeildirnar í ávikavist útvarpi og sjónvarpi sundur av álvara, fekk stóra umrøðu á løgtingi mikudagin.
Atfinningarnar móti kringvarpinum vóru m.a., at miðilin ger ov nógv tilfar við rót í miðstaðarøkinum, og at stovnurin køvir fjølbroytnið í almennu opiniónini. Hugskot var borið fram um, at ein partur av kringvarpsgjaldinum eigur at fara til nýggja public service-útvarpsrás, sum skal vera óheft av kringvarpinum og geva kapping og fjølbroytni.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna sigur, at hon arbeiðir við broytingum, og at tær fara at koma fyri seinni í ár.
Reiðarí keypir bankabygning
Bankarnir í Føroyum eru ov smáir til veruliga at megna at fíggja virksemið hjá stóru reiðaríunum í Føroyum. Men samstarv er millum partarnar kortini.
Hósdagin kom fráboðan um, at reiðaríið Varðin fer at keypa nýggja høvuðssætið hjá Bank Nordik fyri 140 milliónir krónur, hóast Fíggjareftirlitið júst hevur virðismett bygningin til at vera 62 milliónir verdur.
Síðani skal bankin leiga sama bygning frá reiðarínum fyri fimm milliónir krónur árliga.
Seinasta røða Putins
Vladimir Putin, forseti hevur hildið seinastu árligu røðu sína til russisku tjóðina fyri forsetavalið, sum verður í Russlandi 18. mars. Putin fer sambært øllum sólarmerkingum at vinna valið og seks ár afturat sum oddamaður í Russlandi.
LES EISINI: Russland hevur ment hypersoniskar rakettir
Sí eisini