- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smyril Line byggir út í Hirtshals
Bygningurin verður 3.350 fermetrar stórur. Brúk verður fyri 20-25 fólkum at arbeiða í nýggja bygninginum.
- Vit taka inn tær tænastur, sum vit fyrr hava útveitt til Blue Water, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.
Kappingin um farmin um Norðuratlantshavið er stór, men hetta styggir ikki Smyril Line burtur.
Hinvegin styrkir Smyril Line um tænasturnar við at útbyggja í Hirtshals, og staðsetingin í Hirtshals merkir, at Smyril Line hevur betri møguleikar fyri víðari transportering, sigur Rúni Vang Poulsen.
- Við hesum so klára vit at handfara innflutningin av føroyskum fiskavørum enn betri, og vit klára at geva innflutningskundunum eina nógv betri tænastu, enn ta vit kunnu bjóða teimum í dag, sigur hann.
Enn er óvist, um tørvur verður á fleiri skipum í flotanum.
Hoyr samrøðu við stjóran í Smyril Line omanfyri.
Sí eisini