- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunulæknatrot í Havnini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/egil_a_bo.png?itok=6AYzuWTT)
Kommunulæknatrotið sæst um allar Føroyar, men tað er serliga í Tórshavn og Norðoyggjum, at trupulleikin er stórur. Her skal borgarin bíða leingi at sleppa fremat.
Mangulin av kommunulæknan ávirkar eisini pengakassin hjá Heilsutryd, tí avloysarir eru dýrari. Tað staðfestir Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd
- Teri skulu ferðast til føroyar, og tað betala vit. Vit skulu betala til vikarfyritøkuna, sum fær sambandi í lag. Tað eru pengar, sum koma afturat, tá tað er ein avloysari, og tað er tað, sum ger tað dýrari.
For nógvir sjúklingar per lækna
Í Tórshavn eru eitt nú 12 kommunulækna størv virkin, men bara 8 av teimum eru mannað.
Ein av høvuðsorsøkunum er, at tað ikki er serliga hugaligt at arbeiða sum kommunulækni í Havn, tí tað er ov nógvir sjúklingar per lækna.
- Nógvar viðtalur eru stórar, og tað vísir seg at vera trupult at manna hesar, sigur Egil á Bø.
Tískil noyðast kommunulæknar í eitt nú Tórshavn at átaka sær aðrar uppgávur, sum liggja uttan fyri teirra øki. Men tann, sum líður mest av kommunulæknatrotinum, er borgarin, staðfestir stjórin í Heilsutrygd.
Hoyr samrøðuna við Egil omanfyri.
Sí eisini