- Vit halda fram at tosa um tingini

bannari
15.11.2017 - 15:10
InnlendisPolitikkur
- Vit halda fram at tosa um tingini
- Vit samráðast enn. Tað sigur Bjarni Hammer, tinglimur eftir samgongufundin fyrrapartin um ósemjuna um fiskivinnunýskipanina
Bjarni Hammer er ein av trimum javnaðartingmonnum, sum vilja hava uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni broytt, skulu teir atkvøða fyri tí
Mynd: savn  

Teir tríggir javnaðartinglimirnir Kristin Michelsen, Bjarni Hammer og Jónleif Johannesen, sum ikki uttan tillagingar vilja taka undir við fiskivinnunýskipanini, vóru ikki serliga tíðindafróðir eftir samgongufundin fyrrapartin.
Tað einasta, sum Kristin Michelsen segði, var, at vit fáa at vita, hvat støða hansara er, tá atkvøðugreiðsla verður í løgtinginum um fiskivinnunýskipanina.

Jónleif Johannesen vísti til formannin, og Bjarni Hammer segði, at fleiri samráðingar skulu til.


Uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir var boðin við á samgongufund, men møtti ikki. Hon sigur við útvarpið, at hon er ein av teimum 17, sum hava skrivað undir at atkvøða fyri fiskivinnunýskipanini.
- Mín støða er óbroytt. Eg haldi mínar avtalur við samgonguna, um samgongan heldur sínar avtalur við meg, sigur Sonja Jógvansdóttir.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477