- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin leggur sítt uppskot framaftur
26.07.2017 - 09:13
Innlendis›Politikkur
Sambandsflokkurin leggur sítt uppskot framaftur
Øll uppskotini um fiskivinnunýskipan duttu burtur, tá tingið varð sent til hús. Fólkaflokkurin fer kanska at skjóta upp at leingja galdandi skipan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/20150825_utlendingar_keypt_seg_inn_53.jpg?itok=ARzS6OhE)
Í løtuni er ógreitt, hvussu verður við uppskotinum hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan, men Sambandsflokkurin fer at leggja sítt uppskot framafttur, tá nýggja tingsetan byrjar
Sambandsflokkurin fer at leggja uppskot framaftur um fiskivinnunýskipan.
Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins sigur, at uppskotið verður líkt tí, sum bleiv lagt fram í farnu tingsetu.
Fólkaflokkurin hevur enn ikki umrøtt spurningin, men Jacob Vestergaard, tingmaður og fyrrverandi landsstyrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at tað er hugsandi at flokkurin fer at skjóta upp at leingja verandi skipan.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV