Ræst og frískt - tí fingu vit Michelin stjørnuna

22.02.2017 - 15:06
InnlendisSamfelag
Ræst og frískt - tí fingu vit Michelin stjørnuna
Koks hevur ein serstakan stíl, sum er orsøkin til, at matstovan fekk Michelin-stjørnu í morgun, sigur kokkurin, Poul Andrias Ziska

Poul Andrias Ziska er vísir í, at føroysku rávørurnar, matmentanin, dugnaligu starvsfólkini og veitararnir hava stóran tydning í sambandi við Michelin-stjørnuna. Serliga er tað heimagjørdi stílurin, við tí fríska úr sjónum og tí ræsta, sum gevur matstovuni ein kant, heldur hann.

Men at hava eina Michelin-stjørnu leggur trýst á Koks, og kokkurin vónar og væntar, at tað er at síggjast aftur í vitjanum á matstovuni. Støða er ikki tikin til, um prísirnir á matstovuni fara at hækka, nú Michelin-stjørnan er komin í hús.

Koks heldur til í Kirkjubø árið út. Arbeitt verður við nýggjari hølisloysn. Matstovan Koks hevur fingið eina Michelin-stjørnu. Hetta er fyrsta stjørna hjá Koks og fyrsta Michelin-stjørna yvirhøvur í Føroyum.

Michelin metir matstovurnar út frá:
- góðsku á rávørunum
- handverkið hjá kokkinum
- virði fyri pengarnar
- um matupplivingin er hin sama hvørja ferð
- um stílurin er serstakur

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981