Løgtingskvinna: Steðgið byggingini

bannari
15.09.2016 - 13:51
InnlendisSamfelag
Løgtingskvinna: Steðgið byggingini
Sonja Jógvansdóttir vil hava stóru skúlabyggingina í Marknagili steðgaða. Tað boðar tingkvinnan frá í tíðindaskrivi

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fer seinnapartin aftur at fundast um skúladepilin Glasir og serstakliga um hitaloysnina.

Nevndin hevur sett allan seinnapartin av til fundin, og hevur boðsent Fjarhitafelagnum, SEV, TG-Verki og Landsverki á fund, umframt ikki færri enn trimum landsstýrisfólkum.

Men Sonja Jógvandóttir vil hava Time out, sum hon málber seg í tíðindaskrivinum, og hon vil hava óheft eftirlit av allari byggingini, sparingunum og tilfarsvalinum.

Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, hevði ikki lisið tíðindaskrivið og hevði tí ongar viðmerkingar til áheitanina frá Sonju Jógvansdóttir til tíðindasendingina á døgurða.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823