- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eins nógvar kvinnur og menn í Landsstýrið
02.09.2015 - 15:20
Innlendis›Politikkur
- Eins nógvar kvinnur og menn í Landsstýrið
Eins nógvar kvinnur sum menn eiga at sita í landsstýrinum, sum nú skal skipast, heldur Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini og nývald
Eins nógvar kvinnur sum menn eiga at sita í landsstýrinum, sum nú skal skipast. Tað heldur Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini, sum sjálv varð vald á ting fyri Tjóðveldi í gjár.
Kynsbýtið í løgtinginum er óbroytt eftir løgtingsvalið. 10 kvinnur vórðu valdar í gjár, og tað er júst tað sama sum fyri fýra árum síðani.
Hóast kvinnurnar sita í nærum einum triðingi av sessunum í løgtinginum, so er tað ikki nóg mikið, heldur Katrin Kallsberg.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV