Jenis av Rana: Besta loysnin er val

25.06.2015 - 14:42
InnlendisPolitikkur
Jenis av Rana: Besta loysnin er val
Formaðurin i Miðflokkinum vil hava løgtingsformannin at kalla tingið saman at viðgera úrslitið av kanningini um Skálafjarðartunnilin

Besta loysnin er eitt val nú, tí politiska landslagið er so nógv gruggað av málinum um Skálafjarðartunnilin.

Tað heldur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

Tað er margháttligt, at løgtingið biður um eina kanning fyri milliónir og so ikki fær høvið at viðgera kanningarúrslitið.

Løgtingsformaðurin átti tí beinanvegin at kallað tingið saman at viðgera kanningina og úrslitið, sigur Jenis av Rana.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151