- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tí lækkar prísurin á bensini so lítið
Prísurin á bensini í Danmark er nú komin niður á 10 kr og 60. Tað er á eini bensinsølustøð í Kolding. Tað vil siga, at danski prísurin nærkast okkara prísi. Her er vert at hava í huga, at í Danmark hava tey grøn avgjøld, sum vit ikki hava her.
Hyggja vit eftir gongdini í prísinum í Frøroyum, so sæst eingin størri lækking.
Sambært tølum frá heimasíðunum hjá oljufeløgunum í Føroyum, Magn og Effo, kostaði, 15. september, 1 litur av bensini 10,64, - í dag kostar hann 10,44. Og 1 litur av diesel kostaði 15. september 9,05, og í dag kostar hann 8,89. Spurningurin er, hví ikki størri sveiggj eru í prísurin á bensini og diesel í Føroyum í mun til úti í heimi.
Hoyr samrøðu við Hendrik Egholm, stjóra í Magn:
Sí eisini