Kunnu ikki brúka Windows XP í netbankanum

30.06.2014 - 13:37
InnlendisSamfelag
Kunnu ikki brúka Windows XP í netbankanum
Stýrisskipanin Windows XP verður ikki longur dagførd, og tí kann vandi vera á ferð

Túsundtals fólk sleppa ikki inn á netbankan hjá sær eftir 14. juli. Tað er, um tey ikki skifta teldu ella stýrisskipan á telduni frammanundan.

Tað boðar felagið Føroyskir peningastovnar frá.

Øll, sum hava Windows XP-stýrisskipanina á telduni, missa atgongdina. Orsøkin er, sambært Føroyskum peningastovnum, at Windows XP ikki longur verður trygdardagførd. Tí er vandi fyri, at teldan verður fongd við virusi, ella at óviðkomandi fáa atgongd til netbankan.

Felagið Føroyskir peningastovnar metir, at millum 2000 og 3000 netbankabrúkarar brúka Windows XP.

Rúni Heðinsson er KT ábyrgdari hjá Suðuroyar Sparikassa.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151