- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar fáa lut í 600 mia. kr. til gransking
07.06.2014 - 12:53
Innlendis›Samfelag
Føroyar fáa lut í 600 mia. kr. til gransking
Horizon er framhald av PF 7, sum Føroyar gjørdust partur av í 2010

Annika Sølvará er stjóri í Granskingarráðnum
Føroyar verða partur av nýggja granskingar-samstarvinum hjá ES - Horizon 2020 - sum gongur fram til til 2020, og í hesum sjey ára tíðarskeiðnum verða játtaðar tilsamans slakar 600 milliardir krónur.
Horizon er framhald av PF 7, sum Føroyar gjørdust partur av í 2010.
Føroyar skulu gjalda umleið tíggju milliónir krónur um árið, og afturfyri fáa føroyingar á jøvnum føti við evropeiskar granskarar atgongd til Horizon 2020 og tær 600 milliardir krónurnar, sum har verða lagdar komandi sjey árini.
Hoyr Annniku Sølvara, stjóra í Granskingarráðnum, í útvarpstíðindunum
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV