- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsverk mótarbeiddi privatu tunnilsætlanini
Kári P. Højgaard finst hvassliga at Landsverki í frágreiðing sínari til landsstýrismálanevndina. Landsverk mótarbeiddi privatu tunnilsverkætlanini, sambært frákoyrda landsstýrismanninum.
Tað skrivar hann bæði í frágreiðingini til landsstýrismálanevndina og í samskiftinum seinastu dagarnar í Innlendismálaráðnum
Hóast Landsverk er ein fakmyndugleiki, og ikki ein politiskur stovnur, so vildi og vil Landsverk enn, sambært Kára P. Højgaard, hava ein tunnil og brúgv tvørtur um Skálafjørðin, hóast henda loysn hvørki hevur politiska undirtøku ella undirtøku millum fólk.
Landsstýrismálanevndin kannar í løtuni, um Kári P. Højgaard afturhelt upplýsingar frá Landsverki fyri løgtinginum.
Sí eisini