Eldsálin 2024: Marlon oddafiskur hjá Susvim

Eldsálin 2024: Marlon oddafiskur hjá Susvim
Marlon Kjærbo hevur lagt lív og sál í Susvim tey síðstu 20 árini. Svimjararnir elska hann, og eingin uppgáva er ov lítil fyri formannin, sum er í uppskoti til eldsálina 2024
31.01.2025 - 08:00

Sigur tú Susvim, mást tú eisini siga Marlon Kjærbo.

Fyri smáum 20 árum síðan byrjaði dótturin at svimja, og so var tað ikki meir enn natúrligt, at pápin kom upp í.

Tvøroyrar- og Vágs Svimjifelag løgdu saman um hetta mundið, og skjótt tók Marlon Kjærbo við formanssessinum í nýggja suðuroyarfelagnum - ein sessur, sum hann framvegis røkir.

 - Men eg var somikið bitin av hesum ítróttinum, svimjarunum og fólkinum, at eg varð bara hangandi, og haldi, at tað er líka stuttligt enn, sigur Marlon Kjærbo, sum er í uppskoti at gerast ítróttaeldsálin 2024 hjá ÍSF.

 

Svimjararnir elska Marlon

Formaðurin hevur lagt lív og sál í felagið, og dylir ikki fyri, at tað ikki altíð hevur staðið so væl til hjá Susvim.

Sum hjá nógvum øðrum ítróttafeløgum, er ikki altíð líka lætt at fáa pening til vega. Eina ferð rann Marlon Kjærbo til allar svimjihøllir í landinum, har hann tók vatn við sær, sum hann læt í Pálshøll - men ikki øll stuðulstiltøk eru eins umfatandi.

Susvim hevur árliga fløskuinnsavnan, og sær Marlon eina tóma fløsku, so endar hon í kontuni hjá Susvim.

Men tað er ikki tað peningaliga, sum fyllir mest hjá svimjarunum í felagnum.

 - Hann er ordiliga góður. Altíð í góðum lag. Altíð okkurt gott at siga, siga tveir ungir íðkarar, sum venja í Pálshøll. Í svimjihøllini á Tvøroyri eru tey samd.

 - Hann er stuttligur og fittur. Hann fortelur okkum altíð nógvar stuttligar søgur, og hann er bara herligur, fortelja tveir svimjarar har. Um tær mangla kakao, ringja tær til Marlon, sum ongantíð liggur á borðinum.

 - Tá Marlon kemur inn, smíla tey um alt andlitið. Hann hevur eina øgiliga góða ávirkan, tá hann kemur inn í høllina, og tað er eitt gott tekin, sigur Róland Toftum, sum er ein av venjarunum í Susvim.

 

Svimjifelag fyri alla oynna

Formaðurin leggur stóran dent á, at Susvim er eitt felag fyri alla oynna og gongur høgt uppí, at venjing er í øllum hylum.

 - Tað hevur hann lagt seg eftir, óansæð hvørjar avbjóðingar vit annars hava havt. Felagið er fyri alla oynna, og hann vil gjarna, at vit skulu vera aktiv her. Vit hava tey smærru børini her í hylinum á Tvøroyri, sigur Sára Elendersen, sum eisini er venjari.

Alt bendir á, at Marlon Kjærbo eisini frameftir fer at síggjast á hyljarkantinum.

 - Tað er hansara lyndi, sum ger, at hann kann vera formaður í so nógv ár, sigur Anita Ryggshamar Nysted.

 - Sjálvt um nógv onnur í nevndini eru skift út, hevur hann verið øll hesi árini, og eg haldi, at tað er gott við stabiliteti, og eg haldi, at felagið hevur koyrt øgiliga væl. Susvim er eitt øgiliga gott felag, eitt breitt felag og eg haldi, at øll kenna seg vælkomnan.

 - Eg haldi fram, so leingi sum heilsan er til tað, sigur formaðurin, sum viðhvørt hevur loddað dýpið fyri at vita, um onkur annar hevði hug at halda seg framat forfólkasessinum.

- Tað er ikki fallið í góða jørð, sigur Marlon Kjærbo.

 

Marlon Kjærbo er í uppskoti til heiðurin Ítróttaeldsálina 2024, sum Ítróttasamband Føroya letur á árliga Ítróttafagnaðinum 1. februar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188