Føroyski sendimaðurin í Ísrael: "Tað er forferdiligt"

Føroyski sendimaðurin í Ísrael: "Tað er forferdiligt"
Iran hevur í dag og kvøld sent okkurt um 200 rakettir móti Ísrael. Tær flestu eru skotnar niður av ísraelsku rakettverjuni, men støðan er spent, ásannar føroyski sendimaðurin
01.10.2024 - 21:31

Petur Petersen, føroyskur sendimaður í Ísrael, viðgongur, at tað kennist ófrættakent at uppihalda seg í Tel Aviv í kvøld, nú iransku rakettirnar hava flogið um oyruni á teimum. 

"Tað er forferdiligt," ásannar Petur Petersen. "Tað er eitt øgiligt buldur, tá rakettirnar bresta uppi í luftini. Hurðar ristast, og bilalarmar fara ígongd."

Petur Petersen hevur í dag søkt sær skjól í bumbuskýli í trý korter fyri at sleppa undan iransku rakettunum. Hóast støðan er hættislig, so kennir føroyski sendimaðurin seg tryggan. 

"Rakettverjan hjá Ísrael hevur víst seg at virka væl, og so hava vit øll eina app, ið sigur frá, tá vit skulu søkja okkum skjól í bumbuskýlinum, og nær tað er trygt at fara út aftur."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035