Nýggir mans á brúnni

Nýggir mans á brúnni
Boban Ilic er aftur venjari hjá kvinnunum í Mjølni, har hann hevur eina gullrandaða fortíð. Málið er finalurnar. Tað er tað eisini hjá KÍF, sum eisini hevur nýggjan venjara
01.10.2024 - 10:00

Boban Ilic er aftur í Klaksvík.

50 ára gamli serbin var venjari hjá Mjølnir-kvinnunum, tá tær vunnu greipuna trý ár á rað frá 2010 til 2013.

Mansliðið hjá Mjølni hevur vunnið nógv tey síðstu árini, men kvinnurnar hava ikki verið heilt frammi í oddinum í nøkur ár. Nú er málið aftur at kappast um fínasta metallið.

 - Eg havi altíð sama mál um eg venji ella spæli sjálvur. Tú skalt spæla so væl sum yvirhøvur gjørligt og royna at røkka finalunum, og so ræður um at vera til reiðar, sigur Boban Ilic.

 - Vit fara eftir at blíva nummar eitt, tað haldi eg altíð, at mann skal, men vit eru eisini realistiskar og taka ein dyst í senn. So fáa vit at síggja, hvat tað endar við, sigur Amanda Niclassen.

 

KÍF eisini nýggjan mann á brúnni

Kvinnurnar í Kollafirði hava eisini nýggjan venjara. Arthur Djurhuus Poulsen er nýggjur á brúnni í KÍF, og hann hevur eisini sett greið mál.

 - Okur skulu spæla um medaljur. Longri er tann søgan ikki. Eg eri her fyri at vinna, og tað er málið, sum eg havi sett saman við kvinnunum, sigur Arthur Djurhuus Poulsen, sum var venjari hjá TB-kvinnunum í fjør.

 - Arthur er ein ordiliga góður venjari, og eg haldi, at nógvar hava tikið seg mega nógv fram, meðan vit hava havt Arthur, og eg haldi , at tað blívur bara betri og betri fyri hvørja venjing, sigur Ása Torkilshøj úr KÍF.

Breið semja tykist vera um, at Fleyr er sterkasta liðið í deildini í løtuni, meðan Dráttur skal byggja upp av nýggjum. Ímillum har sær út til, at kappingin kann gerast spennandi millum SÍ, Mjølnir, KÍF og TB.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Hósdag 20. februar
RagnarRokk:Anna "Ace" Brunner um Galvanize
186596
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840