Svimjing: Pólsk vitjan stimbrar

Svimjing: Pólsk vitjan stimbrar
Fjúrtan póllendingar vitjaðu Havnar Svimjifelag og kappaðust í Tórshavn Open. Hetta er stimbrandi hjá føroysku svimjarunum, ið soleiðis fáa nýggjar avbjóðarar og avbjóðingar
02.07.2024 - 20:28

Alt var ikki við tað gamla, tá Tórshavn Open var síðsta vikuskiftið.

14 pólskir svimjarar úr felagnum, Galicja Krakow, vitjaðu Havnar Svimjifelag og kappaðust við føroyingarnar.

Føroyski svimjiheimurin er lítil, og tí kemur vitjanin væl við, heldur nýggja forkvinnan í Havnar Svimjifelag.

 - Tað er ikki nógv útskifting í, hvørjum vit kappast ímóti, uttan so at tú fert av landinum. Tí haldi eg, at tað er ordiliga spennandi, at tey koma her, segði Bjørg Ólavsdóttir.

Pólsku gestirnir eru yrkissvimjarar, sum venja tríggjar ferðir um dagin. Eina ferð á turrum og tvær ferðir í hylinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017