- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er barnagarður á Húsum
Nú er barnagarður á Húsum
Mánadagin fer sjey ára gamla Emma Lý í fríðarskúla í sama høli sum trý ára gamla systurin, Fríða, fer í barnagarð og eitt ára gamli beiggin, Niels Pauli, fer í vøggustovu
16.02.2024 - 19:25
Mánadagin sleppa børn í Kalsoynni fyri fyrstu ferð í barnagarð í oynni. Tá letur barnagarðurin, vøggustovan og frítíðarskúlin á Húsum upp. Hetta er nakað, sum veruliga ger gerandisdagin lættari.
Emma Lý gleðir seg nógv til mánadagin. Og foreldrini, Jóhanna Maria Isaksen og Hans Arthur Leivsgarð gleða seg eisini til at sleppa at arbeiða sum vanligt. Tey arbeiða bæði á Kalsoynni - á smoltstøðini hjá Bakkafrosti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV