- Tíðindi, mentan og ítróttur
Árni eigur tvey mest spældu løgini í 2023: Marner hevði verið errin
Árni eigur tvey mest spældu løgini í 2023: Marner hevði verið errin
Tvey tey mest spældu løgini í útvarpinum eigur Árni Andreasen, sum hevur funnið ein nýggjan familjulim at gera tónleik saman við - nevniliga soninum Julian
01.01.2024 - 20:55
Sigur tú Árni, so sigur tú eisini Marner.
Tvíburðarnir hava at kalla gingið hond í hond á tónleikapallinum síðani 1974, tá teir stovnaðu bólkin Blackbirds. Men alt tagnaði fyri sjey árum síðani, tá Marner slóknaði og fór av foldum.
Nú hevur Árni Andreasen funnið rætta lagið aftur. Í 2023 gav hann tvey stakløg út, sum hann hevur gjørt saman við soninum Juliani. Stevið gekk so væl, at bæði løgini vóru tey mest spældu í útvarpinum í 2023.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV