Besti dystur okkara í undankappingini

Besti dystur okkara í undankappingini
Håkan Ericson var væl nøgdur við føroyska avrikið í Tirana og helt, at hetta var besti dysturin hjá Føroyum í EM-undankappingini
20.11.2023 - 22:49

Besti dystur okkara í EM-undankappingini.

Tað helt føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, eftir málleysa javnleikin ímóti Albania í Tirana mánakvøldið.

Føroyar spældu væl í løtum, og komu til fleiri royndir ímóti málinum, hóast stóri kjansurin ongantíð kom, og sum heild var dysturin eitt gott punktum eftir eina bleikt landsliðsár.

 - Eg haldi, at vit spæla ein frálíkan hálvleiki ímóti Moldova (á heimavølli, red.), sjálvt um vit ikki skora, men um vit meta útfrá bæði álops- og verjuspælinum, er hetta okkara besti dystur, segði landsliðsvenjarin eftir dystin.

 - Teir fáa kjansir, men vit halda teimum burt í stóran mun, og koma ongantíð undir eitt líknandi trýst sum í dystunum ímóti Póllandi og Kekkia.


Spælararnir svaraðu aftur

Føroyska landsliðið hevurn verið fyri atfinningum í ár. Síðan javnleikin í fyrsta dystinum ímóti Moldova í vár, er einki stig og bert eitt mál komið á kontuna, og álopsspælið hevur ikki verið gott.

Tað hilnaðist munandi betur á Air Albania-leikvøllinum, og var hepni við føroyingunum, kundu teir havt skorað eitt ella tvey mál. Landsliðsvenjarin fegnaðist um, at spælararnir vístu seg frá síni bestu síðu, áðrenn farast skal undir nýtt ár og nýggja kapping í 2024.

 - Tað kennist gott, at fáa eitt tílíkt aftursvar frá spælarahópinum, segði Håkan Ericson.

Nú byrja fyrireikingarnar til Nations League-kappingina næsta heyst, men tað liggur í kortunum, at Føroyar skulu spæla fleiri venjingardystir fyrra hálvár í 2024.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV