Væl nøgdur norskur venjari

Væl nøgdur norskur venjari
Fyrsti hálvi tímin var sera góður, og eftir tað fall leikferðin nakað, og Føroyar komu eitt sindur fyri seg, helt norski venjarin, Ståle Solbakken, eftir 2-0 sigur átil Norra
16.11.2023 - 20:30

Norski venjarin, Ståle Solbakken, var væl nøgdur við fyrsta hálva tíman á Ullevaal hósdagin.

 - Fyrsta hálva tíman spæla vit sera væl. Vit skapa fleiri stórar málkjansir afturat málunum, segði Ståle Solbakken eftir dystin í Oslo.

Norski venjarin rósti føroyingum fyri væl skipað verjuspæl, men tað kom heldur ikki óvart á.

 - Teir eru truplir at bróta niður í 5-4-1 leikskipan síni, segði Ståle Solbakken, sum sunnudagin skal royna at fáa eitt líknandi úrslit á útivølli ímóti Skotlandi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV