Venjarin: Vónsvikin av fyrra hálvleiki

Venjarin: Vónsvikin av fyrra hálvleiki
- Eg og vit allir samlir eru vónsviknir av fyrra hálvleiki, segði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, eftir 2-0 tapið hjá fótbóltslandsliðnum fyri Norra á Ullevaal
16.11.2023 - 20:35

 - Vit enda ov langt afturi á vøllinum, vit eru ov passivir og loyva teimum ígjøgnum í síðunum.

Tað segði venjarin hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti, Håkan Ericson, eftir 2-0 tapið fyri Norra í venjingardystinum í Oslo.

Jørgen Strand Larsen og stórtalentið, Oscar Bobb, úr Manchester City, skoraðu málini í ávíkavist 3. og 23. minutti, og yvirhøvur gekst illa at steðga ágangandi og vælspælandi norðmonnunum fyri steðgin.

Eftir steðgin spældu Føroyar betri. Norra slapp ikki eins lætt afturum føroysku verjuna, meðan spælið við bólti betnaði nakað, tá millum annað Jóannes Bjartalíð var komin á vøllin. 

 - Eg fegnist um, at vit reisa okkum eftir steðgin. Vit geva teimum ein betri dyst og eru munandi betur skipaðir eftir dystin. Tað skulu spælararnir eiga rós fyri, segði Håkan Ericson, sum kortini viðgekk, at norðmenn kanska áttu at havt vunnið við fleiri málum enn teimum tveimum.

Mánakvøldið er síðstu EM-undankappingardysturin í ár á skránni, tá Albania tekur ímóti Føroyum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV