- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Seinni hálvleikur drepur dystin
Seinni hálvleikur var ikki meira enn seks sekund gamal, tá ið Arkadiusz Milik varð spældur leysur, og Hørður Askham noyddist at gera eina desperata roynd at steðga pólska álopsmanninum.
Milik fór um koll, og ólukkutíð fyri Føroyar metti dómarin, at talan var um fríspark og reytt kort til føroyska miðverjan. Óheppið, ja, men ósketni í verjuspælinum spældi avgjørt ein leiklut. Fortreytirnar hjá føroyingunum, sum longu vóru aftan fyri 1-0, versnaðu sjálvandi munandi, og hetta var avgerandi støðan í dystinum, helt føroyski liðskiparin, Viljormur Davidsen.
- Seinni hálvleikur drepur hendan dystin, tók HB-verjuleikarin samanum.
- Tú heldur kanska, at tú kanst líka slappa av, men upp á eitt splitt-sekund koyra teir á. Tað hevur tú ikki ráð til í slíkum dystum, og vit verða revsaðir øgiliga hart í dag, segði Viljormur Davidsen, sum legði afturat, at reyða kortið var hart dømt.
Eins og í seinna hálvleiki, fingu føroyingarnir ein frammaná mestsum beinanvegin í dystinum, tá ið bólturin ikki varð sparkaður burtur, og Sebastian Szymanski fekk skot á við vinstra á brotsteigarmarkinum. Mathias Lamhauge hevði ongan kjans, og so var longu mótbrekka í síðsta heimadystinum í hesi EM-undankappingini.
- Hetta var ikki tað, sum vit høvdu sett nøsina upp eftir, segði ein vónbrotin liðskipari.
Nú gongur leiðin til Plzen, har Kekkia tekur ímóti sunnudagin. Eftir tann dystin er bert útivallardysturin ímóti oddaliðnum í bólkinum, Albania, eftir í undankappingini.