Odmar Færø: Vit góvu teimum eina lektión

Odmar Færø: Vit góvu teimum eina lektión
Kemur tú hálvhjartaður inn til ein sovorðnan dyst, er tað ikki altíð lætt at vinna ímóti KÍ, segði Odmar Færø eftir søguliga Conference League-javnleikin ímóti Lille
05.10.2023 - 20:38

Kí gav Lille ein lektión á Tórsvølli í kvøld. 

Tað helt verjuskansin, Odmar Færø, sum spældi ein branddyst í miðverjuni hjá klaksvíkingum, sum hildu málið reint og vunnu sær sítt fyrsta stig í Conference League-bólkaspælinum.

Spurdur um Lille hevði undirmett KÍ við at lata fleiri av lyklaspælarunum sita á beinkinum frá byrjan, svaraði miðverjin játtandi.

 - Kanska tú ikki sleppur undan tí.Tølini tala fyri seg; vit eru eitt lið frá einum býi við 5000 fólkum úr einum landi við 50.000, segði Odmar Færø.

 - Kanska tað er meir vindur og regn, og brádliga finna teir útav, at liðið er skipað, og vit hava nakrar dygdir. Kemur tú hálvhjartaður inn í ein slíkan dyst, so er tað ikki altíð so lætt at vinna ímóti KÍ ella fyri tann skyld nøkrum øðrum føroyskum liði í Evropa, segði royndi miðverjin, sum saman við Vegardi Forren og Deni Pavlovic mannaði stinnu miðverjuna hjá KÍ.

Lille hevði einstakar møguleikar - fraklendingarnir raktu millum annað tvørtræið eftir steðgin - men verjuavrikið hjá klaksvíkingum var framúr gott og tryggjaði teimum og Føroyum fyrsta stigið í einum evropeiskum bólkaspælið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV