- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Kári hevur KÍ-fepur og KÍ-bil
Um KÍ-ørskapur var sjúkugrein, so er lítið at ivast í, at Kári Vitalis hevur ta sjúkuna.
Kári Vitalis er so stórur KÍ-fjeppari, at hann hevur fingið bilin sproytaðan í KÍ-litunum.
Fríggjakvøldið var hann í Havn og fylgdi við, tá KÍ-menninir tóku eitt avgerandi fet fram móti føroyameistaraheitinum við einum 2-1 sigri á HB.
Gull-Mikkjal er ikki gloymdur
Ætlanin er at fáa bæði KÍ-kvinnurnar, ið longu hava vunnið føroyameistaraheitið, og KÍ-menninar at seta sína undirskrift á KÍ-bilin.
Og um nakar heldur, at Mikkjal Thomassen er gloymdur í øllum KÍ-feprinum, ið hevur herjað í summar, so mugu fólk halda um aftur.
Undirskriftin hjá Mikkjali (Thomassen) skal hava heiðurspláss á bilinum, ætlar Kári Vitalis.