- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viljormur: kenslan er tóm
Tað var ein harmur liðskipari, sum tosaði við Kringvarpið eftir tapið fyri Moldova sunnudagin.
- Kenslan er tóm, og vit eru ótrúliga vónbrotnir, segði Viljormur Davidsen.
Føroyar byrjaðu dystin sera væl - spælið fleyt, og Jóannes Bjartalíð rakti tvørtræið longu í 3. minutti - men tað eydnaðist ikki at gera sær dælt av yvirtakinum.
- Vit fóru til hálvleiks við eini góðari kenslu. Vit dominera fyrstu 35 minuttirnar, men missa síðan takið eitt sindur, segði vinstri vongverjin.
Bert átta minuttir vóru spældir eftir steðgin, tá Moldova fór í skjótt mótálop, sum endaði við, at Vadim Rata kundi seta bóltin í netið úr stuttari frástøðu, eftir gott arbeið og upplegg frá Ion Nicolaescu í høgru.
Avrikið versnar eftir steðgin
Eins og í Moldova var føroyska avrikið munandi verri í seinna hálvleiki. Føroyar komu illa frá byrjan, og eftir málið eydnaðist ongantíð at leggja veruligt trýst á útiliðið.
- Eg haldi kanska, at teir teknisku feilirnir, sum vit gera síðst í fyrra hálvleiki, seta seg í okkum. Tað verður ørkymlandi, og kanska vilja vit tað ov nógv, segði føroyski liðskiparin.
- Eg havi sjálvur tvey innlegg - eitt á pannuna hjá Gunnari og eitt, har bólturin dansar frammanfyri málinum - men vit fáa ikki nóg nógv burturúr.