Av skurðborðinum í renniskógvarnar

Av skurðborðinum í renniskógvarnar
Ein av Føroya bestu langteinarennarum, Rógvi Kárason, er júst skurðviðgjørdur fyri viðføtt hjartabrek. Nú ætlar hann aftur í renniskógvarnar, og málini skulu røkkast
05.09.2023 - 15:08

Rógvi Kárason hevði runnið slakar 10 kilometrar av Tórshavn Maraton tíðliga í juni, tá hann brádliga kendi á sær, at hann mátti steðga.

Hann kastaði seg út í grasið, og fólk komu honum skjótt til hjálpar. 26 ára gamli langteinarin endaði á Landssjúkrahúsinum, har kanningar staðfestu, at talan var um viðfødda hjartafeilin, Wolff-Parkinson-White.

Rennarin úr Bragdinum fekk boð um, at hann skuldi undir skurð í august. Stóru summarætlaninar - millum annað Oyggjaleikirnir í Guernsey - fóru fyri skeytið.

Síðsta mikudag var Rógvi Kárason lagdur undir skurð. Tað gekk væl, og boðini frá læknanum vóru, at hann kann fara undir at venja mestsum alt fyri eitt.

Og tað er júst tað, sum hann ætlar sær, og málini eru at taka føroysku metini á maraton- og hálvmaratonteinunum.

Sí Rógva Kárason greiða frá sermerktu søguni í innslagnum omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977