Spentar KÍ-mammur: Ein øl er góð fyri nervarnar

Spentar KÍ-mammur: Ein øl er góð fyri nervarnar
VIDEO: "Hetta er øgiliga strævið, tí tað er sum at vera til eina steypafinalu hvørja viku. Mann er móður," halda nakrar av KÍ-mammunum, sum er við í Molde og stuðla synunum
15.08.2023 - 13:17

Fleiri flogfør við KÍ-fjepparum eru lend í Molde seinastu dagarnar.

Millum fjeppararnar er eisini mammurnar hjá nøkrum av leikarunum. 

Tær viðganga blank, at tær eru so spentar til dystin í kvøld, at tær hava havt ilt við at fingið blund í eyguni í nátt. 

"Hetta er øgiliga strævið, tí tað er sum at vera til eina steypafinalu hvørja viku. Mann er móður, men tað er øgiliga stuttligt," heldur Jórun Andreasen, mamma Jákup B. Andreasen, KÍ-liðskipara. 

"Tað gekk ein løta, áðrenn eg sovnaði í nátt, men eg svav gott," sigur Annika Frederiksberg, mamma Árna Frederiksberg, ið er stóra samtaluevnið í evropiskum fótbólti í løtuni

"Oh my God, eg havi nervar. Eg vóni, at teir fara at vinna. Einasti heiligvágur móti nervunum er ein øl," sigur Jóna Vatnsdal, mamma Heina Vatnsdal, við einum brosi. 

"Eg vóni, at Jonn fær nakrar minuttir í dystin," sigur ein spent Mathilda Johannessen, mamma Jonn Johannesen. 

Kringvarpið vísir dystin millum Molde og KÍ beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 17.50. 

Dagur og vika verður eisini framskundað til 17.30 orsakað av dystinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681