- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Føroysku kurvabóltskvinnurnar vunnu fyri fyrstu ferð
Føroysku kurvabóltskvinnurnar skrivaðu søgu í dag, tá tær vunnu sín fyrsta landsdyst.
Annar dysturin um fimta plássið endaði 43-39. Dagin fyri vunnu Jerseykvinnur við tveimum, so Føroyar fóru avstað við fimta plássinum.
- Hetta er altso ikki til at skilja. Hjartaliga til lukku til tykkum øll, skrivaði Kurvabóltssamband Føroya á sínum facebook-vanga.
Anna Maria Sloan varð vald til sonevndan MVP, most valuable player, og stórfegnaðist um sigurin.
- Hetta hevur verið heilt fantastiskt. Tað hevur verið ordiliga stuttligt at spæla allar dystirnar. Vit hava koyrt ein 100 prosent innsats í eitt ár. Genturnar eru heilt fantastiskar. Vit leggja lív og sál í hetta, og vit eru komnar fyri at verða. Kurvabóltskvinnur eru komnar til Oyggjaleikir fyri at verða, segði hon eftir dystin.