- Onkuntíð mást tú siga, at hatta var flott gjørt

- Onkuntíð mást tú siga, at hatta var flott gjørt
Føroyski liðskiparin, Viljormur Davidsen, iðraði seg um trímálstapið fyri Kekkia, og ásannaði, at útiliðið hevði eitt svar upp á allar føroysku spurningarnar
17.06.2023 - 23:20

Tað gekk illa hjá føroyska fótbóltslandsliðnum at steðga kekkisku gestunum á Tórsvølli í EM-undankappingartapinum leygarkvøldið. 

Ladislav Krejcí legði Kekkia framum, tá eitt korter var spælt, og Vaclav Cerny økti báðum megin hálvleik við líkum vinstrabeinsskotum í handara málhorn.

Liðskiparin hjá Føroyum, Viljormur Davidsen, ásannaði, at kekkar høvdu svar upp á allar teir føroysku spurningarnar.

 - Vit fáa ongantíð sett okkara dám á dystin. Teir hava øgiliga greiða gameplan. Um vit fara fram eftir teimum, knalla teir bóltin í bakrúmið, har allir eru á veg, so tað er ringt at spæla ímóti teimum, segði liðskiparin.

 - Stendur mann, hava teir bóltin alla tíð, og sleppa at leggja bóltar innfyri. 

Viljormur Davidsen heldur, at bæði verju- og álopsspæl má rigga munandi betur, um Føroyar skal fáa eitt líkinda úrslit ímóti Albania týskvøldið.

 - Eg haldi ikki, at teir hava 100 prosent kjansir, áðrenn teir skora til 3-0. Hetta er eitt horna og tveir genialitetir, sum teir skora upp á, so vit stóðu væl ímóti, men vit mangla nógv frammeftir. Vit hava ongan stóran kjans, og tað skulu vit hyggja uppá, segði føroyski liðskiparin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV