Keddur av skuffa viðhaldsfólkini

Keddur av skuffa viðhaldsfólkini
Føroyski málverjin, Teitur Matras Gestsson, var vónbrotin av føroyska avrikinum í trímálstapinum fyri Kekkia, og var keddur av at skuffa teir góðar 3000 føroysku áskoðararnar
17.06.2023 - 23:09

Tríggjar ferðir mátti Teitur Matras Gestsson í málið í tapinum fyri Kekkia í kvøld.

Ladislav Krejcí skeyt kekkar framum, tá eitt korter var spælt, og Vaclav Cerny økti við frálíkum vinstrabeinsskotum hvør sínu megin steðgin í einum dysti, har føroyska avrikið var væl undir miðal.

Føroyski málverjin var keddur av at skuffa føroysku viðhaldsfólkini á Tórsvølli.

 - Tað er so skuffandi at tapa hendan dystin 3-0. Vit vilja gera so nógv fyri at vinna, men eg veit ikki, tað var bara ikki nóg mikið, segði Teitur Matras Gestsson eftir dystin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV