Samandráttur: Britt og Albert borðtennismeistarar

Samandráttur: Britt og Albert borðtennismeistarar
Ein javnur dystur millum vinkonur og liðfelagar endaði við, at Britt Michelsen vann FM-heitið. Hjá monnunum læt Albert Weihe Wolfsberg ongan iva vera um, hvør er bestur
17.04.2023 - 18:39

inalan í einmansleiki hjá monnum í borðtennis var avgreidd eftir fimm sett, og hana vann verandi føroyameistarin, Albert Weihe Wolfsberg, 4-1 á Fróða F. Jensen. 

- Har var bara ein spælari á vøllinum í dag, segði Fróði J. Jensen eftir tapið. 

Føroyameistarin sjálvur var serstakliga glaður og vælnøgdur við bæði úrslitið og avrikið. 

- Eg haldi, at eg spældi ein sera góðan dyst í dag, segð hann fegin og legði afturat, at hann gleðir seg til at umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Guernsey í summar.


Vinkonukapur: Britt vann á Anju
 

Einmansleikurin hjá kvinnum í borðtennis gjørdist ein javnur og spennandi dystur millum tær báðar Britt Michelsen og Anju Wongwai, sum báðar eru uppvaksnar á Tvøroyri og spæla fyri Horsens KFUM í dag. 

Tær skiftust um at vinna settini, soleiðis at støðan var bæði 1-1 og 2-, áðrenn Britt vann seg framum 3-2 og kundi vinna dystin við sigri í sætta setti.

Fyri fyrstu ferð spæla kvinnurnar eisini best av sjey, og tað gjørdist eisini ein spennandi dystur. 

Eina løtu stóð á jøvnum í sætta setti, men so vann Britt sær góðan fyrimun, og Anja kom undir trýst.

Hon tyktiskt at trívast í trýstinum og fór at spæla fríari eina løtu, men tað endaði við, at Britt vann 4-2 í settum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944