- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Myndir av føroyskum kjøti hugtóku Heiðrik
Framsýningin "Kjøt" hongur uppi í Müllers Pakkhúsi frá í dag av og er opin hvønn dag fram til 9. apríl.
"Kjøt" er samansett av níggju stórum vatnlitsmálningum, har listamaðurin Heiðrikur á Heygum hugleiðir um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum.
"Í flestu londum verða djór dripin og slaktað handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum og skifta tað út við glampandi plasti. Reinsa kjøtið, so tað sær snotiligt út og er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit, tá ið vit síggja tað í søludiskunum. Men er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvat er munurin? Tað er alt kjøt," greiðir Heiðrikur á Heygum, listamaður, frá.
>>Sí eisini myndirnar, ið myndamaður Kringvarpsins, Bjarni Árting Rubeksen, tók av "Kjøt".