Ann-Mari yvirhálaði Lydiu

Ann-Mari yvirhálaði Lydiu
Lydia í Lambanum byrjaði dagin frammanfyri, men við sigri í Runavík tryggjaði Ann-Mari av Skarði sær føroyameistaraheitið á 10 kilometrum og samlaða sigurin í vetrakappingini
27.03.2023 - 14:32

Lydia í Lambanum úr Roysninum lá fremst hjá kvinnunum undan síðsta umfari av vetrarkappingini, men við sigri á 10 kilometra teininum yvirhálaði Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum og tryggjaði sær samanlagda sigurin.

Lydia í Lambanum byrjaði betri, og hon var fremst í eini seks kilometrar. Ann-Mari av Skarði vann seg síðan frammaftur, og tær fylgdust eina løtu, til kvinnum úr Bragdinum setti ferðina upp ímóti endanum. Tá megnaði Lydia í Lambanum ikki at fylgja við.

 - Mín taktikkur var at halda meg hjá Lydiu alla tíðina, og tað riggaði, sigur Ann-Mari av Skarði, sum ongantíð hevur vunnið kappingina fyrr.

 - Eg eri ordiliga væl nøgd. Eg haldi, at hetta er tann skjótasti 10 kilometurin eg havi runnið.


FM í 10 kilometra renning:

1. Ann-Mari av Skarði, Bragdið: 44:42.4
2. Lydia í Lambanum, Roysnið: 45:19.6
3. Katrin Thorsvig Hansen, Bragdið: 46:49.3

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944