Byrja árið við mannfalli

Byrja árið við mannfalli
Skaðar og manglandi dystarvenjing darva manslandsliðið í fótbólti, sum byrjar EM-undankappingina við útidysti ímóti Moldova seinni í mars
13.03.2023 - 16:46

Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum byrjar árið og nýggja EM-undankapping við útidysti ímóti Moldova og venjingardysti í Norðurmakedónia.

Fyrrapartin setti Håkan Ericson, landsliðsvenjari, nøvn á teir 23 spælararnar, sum manna hópin til hesar báðar dystirnar, og nógvir lyklaspælarar eru uttanfyri við skaða.

 - Sjálvandi fer tað at ávirka, sigur Viljormur Davidsen, sum fyri tíðina loysir av sum liðskipari fyri skadda Hall Hansson.

Aðrir, sum ikki eru tøkir hjá landsliðsvenjaranum, eru Brandur Hendriksson Olsen, Jóan Símun Edmundsson og royndi málverjin, Gunnar Nielsen, sum einki felag hevur í løtuni, og sum sambært venjaranum umhugsar sína fótbóltsframtíð.

Tí mugu yngri spælarar sum Noah Mneney, Stefan Radosavljevic og Andrias Edmundsson taka ábyrgd.

 - Teir hava staðið seg væl í longri tíð, og tað kom væl við at fáa teir royndar í november (í venjingardystum ímóti Kekkia og Kosovo, red.). Nú vita teir nógv meir um, hvussu tað gongur fyri seg, bæði á og uttanfyri vøllin, sigur Håkan Ericson og nevnir í sama viðfangi Hanus Sørensen og Bárð á Reynatrøð, sum eisini hava fingið afturval í hópinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV