Skaðavandin veksur við skeivum gaggum

Skaðavandin veksur við skeivum gaggum
Niclas Eysturoy, ortopediskur lækni, sigur, at um tú stendur ov fastur í undirlagnum, er vandin fyri, at tú millum annað kanst slíta krossbandið, munandi størri
06.03.2023 - 18:13

Vandin fyri at tú slítur krossbandið er munandi størri, um tú situr ov fastur í undirlagnum.

Tað sigur Niclas Eysturoy, ortopedur á Hvidovre sjúkrahúsi.

Fyri kortum spurdi pápi at dóttur, sum sleit krossbandið undir fótbóltsvenjing í fjør, hví handlar í Føroyum bjóða og selja mest gaggur við sonevndum FG-knubbum, sum eru til grasvøll, meðan AG-knubbarnir til graslíki eru verri at finna á handilshillunum.

Umfatandi kanning í USA hevur víst, at um tú nýtir gaggur, sum eru gjørdar til gras á graslíki, ert tú í munandi størri vanda fyri at gerast skaddur. Tað sama ger seg galdandi í hondbólti, har fleiri skaðar síggjast á gummigólvunum enn á trægólvi.

 - Um tú brúkar hetta slagið av gaggum, sum er gjørt til gras á kunsgrasi, so hevur tú fimm ferðir so høga risiko fyri at slíta tær krossbandið, vísa kanningar, sigur Niclas Eysturoy.

Læknin leggur dent á, at gaggurnar ikki eru einasta orsøkin til, at tú kanst fáa krossbandsskaða.

 - Tað er jú ein kontaktítróttur, har tú bæði skalt gera nógvar vendingar, men samstundis kanst risikera at blíva skumpaður, sigur Niclas Eysturoy.

Onnur sløg enn FG (firm ground) og AG (artificial gras) eru eisini at fáa í føroysku handlunum. Millum nýggjaru sløgini er MG (multi ground), sum onkrir vegleiðarar viðmæla.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV