- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundraðtals børn og vaksin fagnaðu Reiley
Hundraðtals børn og vaksin fagnaðu Reiley
"Tað er fantastiskt at síggja so nógv fólk og merkja uppbakningin," segði Reiley, tá hann stóð á pallinum í SMS í dag og bleiv stórfagnaður
20.02.2023 - 19:40
Í dag kom Melodi Grand Prix-vinnarin, Reiley, aftur til landið.
Sigurin hevur tryggjað Reiley luttøku í Eurovision-sangkappingini í Liverpool í mai.
Reiley, sum eitur Rani Petersen, er fyrsti føroyingur, ið nakrantíð er við í Eurovision-sangkappingini sum solistur.
Hundraðtals børn og foreldur teirra vóru møtt upp í SMS í dag at fagna føroysku poppstjørnuni.
Fagnaðurin byrjaði longu umborð á flogfarinum til Føroya fyrrapartin og á flogvøllinum, tá flogfarið hevði sett seg.
Nýggjastu sendingar í ÚV