VIDEO: Floymandi nærvera er hæddarpunktið hjá Mariusi

VIDEO: Floymandi nærvera er hæddarpunktið hjá Mariusi
"Hetta er sovorðið, ið vit einans uppliva eina ferð í lívinum," sigur Hans Marius Ziska, sum um vikuskiftið spælir tríggjar útseldar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri
11.02.2023 - 00:42

2400 fólk fara um vikuskiftið at lurta eftir bólkinum Mariusi Ziska og Føroya Symfoniorkestri framføra "Floymandi Nærveru". 

Vit vóru við, tá ið Hans Marius Ziska og hinir í bólkinum fyrireikaðu seg til fyrstu konsertina. 

Sí video omanfyri. 


Heðin Ziska Davidsen, ið spælir gittar í Mariusi Ziska, er væl stuðlaður av Føroya Symfoniorkestri (Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo)

 

40-ára føðingardagsfagnaður

Føroya Symfoniorkestur og Marius Ziska hava arbeitt við verkætlanini “Floymandi nærvera” í tvey ár.

Framførslurnar eru partur av 40-ára føðingardagsfagnaðinum hjá bæði Føroya Symfoniorkestri og Norðurlandahúsinum.


Bernhardur Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri í sambandi við "Floymandi nærveru" (Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo)

 

Ein heiður

Hans Marius Ziska, sum er sangari og sangskrivari í bólkinum, ásannar, at tað var óvæntað, at júst teir í Mariusi Ziska blivu spurdir um at spæla við Føroya Symfoniorkestri. 

"Tað er ein stórur heiður at verða spurdur, og hetta er so avgjørt eitt hæddarpunkt fyri bæði meg og bólkin," sigur Hans Marius Ziska. 

"Sovorðið, ið bæði vit og áhoyrararnir einans uppliva eina ferð í lívinum," leggur hann afturat. 


Hans Marius Ziska, oddamaður í Mariusi Ziska, á pallinum til "Floymandi nærveru" í Norðurlandahúsinum (Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo)

 

Bæði kendir og ókendir sangir

Atli K. Petersen, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason hava útsett tónleikin hjá Marius fyri symfoniorkestur.

Talan er um útsetingar av bæði kendum hittsangum, men eisini nýggjum sangum, ið eru á nýggju plátuni hjá Mariusi Ziska, sum eitur "Rúm".

Fleiri av sangunum verða frumframførdir á konsertunum í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið .

"Rúm" verður útgivin 10. mars, men kann longu nú keypast í Norðurlandahúsinum í sambandi við "Floymandi nærveru" konsertirnar. 

 

Hesir manna Marius Ziska:
Hans Marius Ziska
Allan Tausen
Heðin Ziska Davidsen
Mikael Blak
Magnus Johannesen
Jan Rúni Poulsen.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982