- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spillvatn avbjóðing í Runavíkar Kommunu
Endamálið við 10 ára gomlu kunngerðini um spillvatn var at tryggja, at tað verður leitt burtur á ein skipaðan hátt og uttan heilsuvanda. Men ymiskt er hjá kommununum, hvussu lætt ella torført tað er at lúka krøvini í kunngerðini.
Runavíkar kommuna, sum var illa fyri fíggjarliga fyri 10 árum síðani, hevur við sínum 15 bygdum, brúkt 50 mió. krónur til spillivantsskipanir, ið samlað vórðu mettar at kosta 90 mió. krónur.
Hóast kommunurnar fingu freist til 1. januar 2015 at fáa vðurskiftini í rættlag, so eru tað framvegis fleiri enn tveir triðingar av kommunum, sum ikki hava eina góðkenda spillivatnsskipan.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, vitjaði í sjónvarpsstovuni.