Stúrir fyri trotinum á kommunulæknum í framtíðini

Stúrir fyri trotinum á kommunulæknum í framtíðini
Útbúgvingarsamskiparin hjá føroysku kommunulæknunum stúrir fyri gongdini á økinum
03.01.2023 - 17:31

Heilsutrygd søkir nú eftir heili átta kommunulæknum, men eini 2-3 størv afturat eru ómannað. 

Turið Holm Johannesen er kommunulækni og útbúgvingarsamskipari fyri tey, ið hava hug til at gerast kommunulæknar. Og hon stúrir fyri, at komandi ættarlið av kommunulæknum eisini fara at velja starvið frá.

Heilsutrygd varðar av kommunulæknaskipanini, men har verður ikki gjørt nóg nógv fyri at bøta um skipanina. 

Verandi læknar rýma úr skipanini, og komandi ættarlið av kommunulæknum aftrar seg. Hetta kann enda galið, heldur Turið Holm Johannesen. 

 

Ikki nóg góðir læknavikarar

Við jøvnum millumbili setir Heilsutrygd útlendskar læknar í vikarstørv í Føroyum, men krøvini til hesar eru ov lin, heldur Turið Holm Johannesen. 

"Tað er ikki altíð, at teir vikararnir, ið verða settir, eru nóg góðir", sigur hon.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, var í sjónvarpsstovuni og svaraði spurningum um støðuna á kommunulæknaøkinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV