- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fróðskaparsetrið verður eftirmett
Fróðskaparsetrið verður eftirmett
Setrið er á rættari kós, men fleiri stig skulu takast, tá ræður um góðskutrygging og góðskumenning
16.12.2022 - 11:06
Enn vantar nakað í, til Fróðskapasetrið kann javnmetast við onnur viðurkend universitet úti í heimi.
Tað staðfestir ein metingarnevnd. Hon sigur, at Setrið virkar væl.
Ein niðurstøða í eftirmetingini er, at hóast Setrið er á fastari og rættari kós, so skulu fleiri stig takast, tá ræður um góðskutrygging og góðskumenning.
Á nýggjárinum tekur KT-professarin, Martin Zachariasen, við sum nýggjur rektari á Fróðskaparsetrinum eftir Chik Collins.
Martin Zachariasen, sum er tann sjeyndi í røðini av rektarum, er sonur Petur Zachariasen, ið var tann fyrsti.
Sí innslag í Degi og Viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV