- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tummas Lervig: KÍ var fyrsta val hjá Magne Hoseth
Tað verður Magne Hoseth, sum skal vera venjari hjá KÍ.
Tað var greitt mánadagin, tá ið 42 ára gamli norðmaðurin varð kunngjørdur á KÍ-loftinum við Djúpumýrar.
Magni Hoseth er fyrst og fremst kendur sum spælari, har hann millum annað umboðaði Molde, FCK og Vålerenga. Síðstu árini hevur han verið hjálparvenjari í Kristiansund BK í norsku deildini.
Síðan Mikkjal Thomassen gavst í KÍ og fór til Fredrikstad í næstbestu norsku deildini, hevur nevndin í felagnum leitað eftir nýggjum venjara.
Leygarkvøldið eydnaðist at leggja putlispælið, og tað var avgerandi fyri KÍ, at Magni Hoseth hevði felagið sum fyrsta val.
- Tá ið vit fortaldu honum, hvar vit stóðu, og hvar vit ætlaðu, so segði hann, at 'eg vil byggja uppá, og eg vil hækka yvirleggjaran', segði KÍ-formaðurin, Tummas Lervig.
Væntar onga kollvelting
Besta mansliðið hjá KÍ hevur verið sterkastu fótbóltsliðið í Føroyum seinastu árini, og í fjør eydnaðist at fáa heili 77 stig. Tað eru bert fýra frá fullum stigatali.
Magne Hoseth nevndi, at tað helst verður trupult at fáa fleiri stig, men at ambitiónin framvegis er at røkka einum evropeiskum bólkaspæli. Tað skal gerast uttan at kollvelta felagið, segði Magni Hoseth, og júst tað dámdi KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen.
- Tað virkaði, sum hann hevur stóra virðing fyri mentanini, sum vit hava her norðuri, og tað ætlar hann at varðveita. Samstundis ætlar hann at koma við nýggjum hugskotum og byggja uppá, segði Jákup B. Andreasen.
Magni Hoseth kemur til Føroya í næstu viku. Í fyrstu syftu er talan um stutta vitjan.