Heini í Skorini: Ítróttavaskið hjá Katar miseydnað

Heini í Skorini: Ítróttavaskið hjá Katar miseydnað
Við HM-vertsleiklutinum hevur Katar roynt at káva út yvir landsins myrku síður, men hetta hevur ikki eydnast, heldur Heini í Skorini, sum vitjaði 3-2 mánakvøldið
22.11.2022 - 10:03

Tólv ár eftir, at Katar fekk rættin at hýsa HM-endaspælinum, fór bólturin endiliga á rull um vikuskiftið.

Katar tapti greitt ímóti Ekvador, og sambært Heina í Skorini hevur lítla landið í miðeystri eisini tapt dystin um heimsins tokka.

 - Hetta er ein typisk prestisjuverkætlan, sum handlar um at vísa sítt vald, sítt ríkidømi, sína ávirkan bæði inneftir, men sanniliga eisini fyri restini av heiminum, segði Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, í 3-2 mánakvøldið.

Katar hevur nýtt umleið 229 milliardir dollarar upp á nýtt undirstøðukervi so sum metro, gistingarhús og ikki minst fótbóltsleikvøllir fyri at kunna hýsa heimsmeistaraheitinum hjá FIFA. 

 - Landið sær hetta sum ein lið í eini langtíðarætlan, sigur Heini í Skorini.

Miseydnað ítróttavask

Hugtakið sportswashing hevur verið nógv uppi og vent síðstu árini. Tað snýr seg í stuttum um at branda seg ígjøgnum ítrótt og káva út yvir viðurskifti, sum ikki tæna yvirskipaða endamálinum. 

Síðstu árini hava ríkir oljustatir keypt fótbóltsfeløg í vesturlendskum kappingum  t.d. Manchester City, Paris St. Germain og Newcastle United kunnu nevnast  og HM-endaspælið í Katar er enn eitt dømi.

 - Tú roynir at marknaðarføra títt land og vísa eina positiva og sjarmerandi síðu av tær sjálvum, sigur Heini í Skorini. 

 - Tú kávar út yvir allar tær myrku síðurnar, men í hesum førinum haldi eg, at tað kanska hevur havt øvugt úrslit. Nevniliga at vit, sum ongantíð fyrr, hava kjakast um manglandi arbeiðararættindi í golfstatunum, um kvinnukúgan, um vantandi LGBT-rættindi og ikki minst um mutur í FIFA, gera tað nú. 

 - So um endamálið upprunaliga hevur verið at vísa eina positiva og romantiska síðu, sum skuldi tøla heimin, so ivist eg í, um tað hevur eydnast. Nú tosa vit nógv um teir í øllum førum 5- 6.000 gestaarbeiðararnar í landsynningsasia, tí at arbeiðsumstøðurnar hava verið at líkna við trælahald, sigur Heini í Skorini. 

Heini í Skorini var gestur í 3-2 mánakvøldið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV