- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Hetta er dreymurin
- Hetta er heilt fantastiskt!
Orðini eigur Noah Mneney, sum spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar í 1-1 javnleikinum ímóti Kosovo í Pristina leygardagin.
Noah Mneney byrjaði inni undir liðini á René Shaki Joensen í sentrala miðvøllinum, og spældi væl - serliga fyri steðgin, tá hann vann nógvar bóltar og tordi at seta ferð á frameftir.
Næsta ár verður EM-undankapping, og Noah Mneney ætlar at leggja nógv fyri í royndini at spæla seg til eitt fast pláss í landsliðshópinum.
- Tað er at arbeiða harðari og kanska bíta seg fastari á landsliðið. Hetta er jú bara ein smakkur av tí, haldi eg, og nú ræður um at vísa, at mann er komin fyri at vera, segði miðvallarin úr Víkingi.