- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO:Tórshavnar Big Band hátíðarheldur 50 ára dagin við upptøku og konsert
Í ár eru 50 ár liðin síðani Tórshavnar Big Band spældi sína fyrstu konsert. Tað var í 1972 undir leiðslu av Brandi Øssursyni.
Tórshavnar Big Band hátíðarheldur 50 ára dagin við konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
50 ára dagurin verður eisini hildin við, at Tórshavnar Big Band í løtuni tekur átta nýggj føroysk verk upp í Hátúni í Tórshavnar musikkskúla.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Vilja stimbra
Verkini blivu skrivað til eina verkakapping, sum Tórshavnar Big Band útskrivaði í 2020.
Høvuðsendamálið við kappingini var at stimbra føroyskan tónleik og føroyska tónleikaframleiðslu.
Harumframt ynskti orkestrið eisini fáa fleiri løg við sangi til orkestrið at spæla.
Krøvini til verkini vóru millum annað, at tað ikki hevði verið framført áður, at tað skuldi vera millum tríggjar og fimm minuttir til longdar, at verkið skuldi vera við sangi, og at teksturin skuldi vera á føroyskum, antin tøkutekstur ella upprunatekstur.
Magnus og Dania vunnu
Fyrstu heiðursløn upp á 30.000 krónur vunnu Magnus Johannessen, tónaskald, og Dania O. Tausen, rithøvundur, fyri verkið "Buksurnar á".
Aðru virðisløn upp á 15.000 krónur fekk verkið "Burtur" hjá Herlufi Lützen, tónaskaldi, og Kinnu Poulsen, rithøvundi.
Triðju virðisløn upp á 5.000 krónur fekk verkið "Nýggjar árið" hjá Rógva á Rógvu.
Tey átta verkini, sum komu inn til verkakappingina hjá Tórshavnar Big Band:
"Tornarunnir Tankar"
Tónaskald: Magnus Johannessen / Rithøvundur: Dania O. Tausen
"Buksurnar á"
Tónaskald: Magnus Johannessen / Rithøvundur: Dania O. Tausen (1. virðisløn)
"Nýggja árið"
Tónaskald: Rógvi á Rógvu / Rithøvundur: Rógvu á Rógvu (3. virðisløn)
"Sólsetur"
Tónaskald: Andras S. Olse & Páll Sólstein / Rithøvundur: Janus Djurhuus
"Skutarin"
Tónaskald: Atli K. Petersen / Rithøvundur: Marita Petersen
"Manarin"
Tónaskald: Heðin Z. Davidsen / Rithøvundur: Hans Jacob Kollslíð
"Burtur"
Tónaskald: Herluf Lutzen / Rithøvundur: Kinna Poulsen (2. virðisløn)
"Vælkomin heim"
Tónaskald: Ólavur Gaard / Rithøvundur: Martin Joensen