- Tíðindi, mentan og ítróttur
30 ár síðani svarta oktober
Tey villu 80ini endaðu við einum braki 6. oktober 1992, tá Sjóvinnubankin varð endurreistur av donsku stjórnini, og Føroyar settar undir umsiting.
Í fleiri ár valdaði djúp kreppa í Føroyum, sum rak túsundtals familjur av landinum.
Í sambandi við, at tað í morgin, hósdagin 6. oktober, eru 30 ár síðani svarta oktober, so sendir sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya fyrra part av nýggju sendirøðini "Flóttafólk".
Sendirøðin "Flóttafólk" sigur bæði søguna um kreppuárini, men eisini søguna hjá nøkrum av teimum fólkum, ið endaðu sum føroysk flóttafólk.
Flóttafólk 1:2
- svartur oktober
í sjóvnarpinum
hóskvøldið 6. okt.
kl. 19.25
Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen gjørdu sendingina.