- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fekk úrslitið hann hevur bíðað eftir
Landsliðsvenjarin ivaðist ikki.
- Hetta er besta avrikið, síðan eg gjørdist venjari hjá føroyska landsliðnum, segði Håkan Ericson eftir dystin.
Í fjør var landsliðið við monnum nær við at fáa javnleik ímóti bæði Skotlandi og Danmark, men hesaferð eydnaðist ikki bara at vinna, men at vinna uppiborið.
- Í móti Danmark og Skotlandi verja vit væl, men í kvøld spæla vit harafturat góðan fótbólt. Tað fegnist eg um, segði landsliðsvenjarin.
Ágangandi spæl allan dystin
Serliga merkisvert í sigrinum á Turkalandi var ágangandi spælið hjá føroyingunum, sum trýstu útiliðið langt frammi á vøllinum ígjøgnum stórar partar av dystinum.
- Vit tosaðu í hálvleikinum um, hvørt vit skuldu halda fram á sama hátt, og spælararnir søgdu, at tað vildu teir, og at teir fingu orku av aggressiva spæliháttinum, segði Håkan Ericson.